Svarið á spurningin “Hvat er eitt kemiskt evni” er ymiskt, alt eftir hvør verður spurdur. Skjóta og vísindaliga rætta svarið er, at alt er uppbygt av kemiskum evnum. Allýsingin er tá nakað soleiðis:
Men Í vanligari talu verður hugtakið kemiskt evni ofta skilt nakað soleiðis:
Í hesum liggur eisini, at kemisk evni aloftast eru vandamikil og dálkandi. Hóast henda seinna lýsing ikki er eins røtt, sum tann fyrra, so liggur hon nærri at tí, vit skilja við kemisk evni í vørum.
Tá tað ræður um “kemisk evni” í vørum, eru tað einans tey kemisku evnini, sum eru dálkandi ella heilsuskaðilig, hugsað verður um. Kemisk evni í vørum verða ofta nevnd “dálkandi kemikalii”, “skaðilig kemisk evni” o.s.fr.
Dømi um dálkandi evni í vørum eru: TBT í botnmáling, ftalat í leikum, nikkul í fartelefonum og bisfenol A í plasti. Umframt at upphópast í livandi verum og soleiðis dálka umhvørvið, kunnu summi dálkandi evni eisini vera heilsuskaðilig. Til dømis kann nikkul elva til ovurviðkvæmi, meðan ftalat kunnu skaða evni at fáa børn.
Fyri ávís kemisk evni, t.d. tungmetal og POP, er vitanin um teirra dálkandi og skaðiligu eginleikar gomul. Seinnu árini eru nógv nýggj kemisk evni komin fram. Fyri ein stóran part, er vitanin um hesi kemikalii sera avmarkað. Hvussu spjaðast hesi evni í umhvørvinum? Fer evnið at upphópast, spjaðast ella niðurbrótast? Hvussu ávirkar kemiska evnið livandi verur?
Vandin fyri, at kemisk evni verða frígivin, er ofta minstur meðan vit brúka vøruna. Tað er tá ein vøra verður framleidd, ella um hon verður skeivt burturbeind, at størstur vandi er fyri, at møgulig skaðilig kemisk evni verða frígivin.
Fólk flest tola at eta ella fáa á seg smáar nøgdir av ymiskum kemiskum evnum, uttan at skaða heilsuna. Mannakroppurin er í stóran mun førur fyri at niðurbróta og útskilja nógv kemisk evni, umframt at hann eisini kann gera aftur nógvar skaðar, sum kemisku evnini hava elvt til. Men tað eru eisini fleiri kemisk evni, sum mannakroppurin ikki tolir ella klárar at niðurbróta, eisini í heilt smáum nøgdum. Hetta eru tey heilsuskaðiligu kemisku evnini. Í nóg stórum nøgdum – alt eftir hvat evni talan er um - kunnu kemisk evni skaða heilsu okkara. T.d. kunnu ávís evni økja um vandan fyri krabba, onnur ávirka hormonskipanina og aftur onnur kunnu skaða fostur.
Fyri djór og smáar verur, er støðan tann sama, tey tola nøkur evni, meðan onnur kemisk evni eru so skaðilig, at veran doyr. Oftast er tað so, at minni veran er, meira viðkvom er hon fyri kemiskum evnum. Enntá kunnu heilt smáar nøgdir av einum ávísum kemiskum evni elva til stóran skaða.
Hóast nøktandi vitan er tøk um hvørjar eginleikar ymisk kemisk evni hava hvør sær, so er kunnleikin um sokallaðu cocktaileffektina av ymiskum heilsu- og umhvørvisskaðiligum evnum framvegis sera avmarkaður, t.v.s. hvussu øll kemisk evni, samlað sæð, ávirka okkum og náttúruna.
Niðanfyri eru leinkjur til ymiskar listar yvir kemisk evni, sum eru mest umhvørvisskaðilig:
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|